Tel. +298 442095
Sílnet
  • HEIM
  • TÆNASTUR
  • UM OKKUM
  • STARV
  • SAMBAND
Picture

Nýggjur svartkjaftaposi

Tá ið BORGARIN fór sín fyrsta túr eftir svartkjafti í februar mánaði, hevði hann eisini ognað sær ein nýggjan svartkjaftaposa frá neta- og trolvirkinum SÍLNET í Klaksvík. 
 
Nýggi posin, sum bæði er sniðgivin og gjørdur á Kósarbrúnni, er stórur og sterktbygdur. Hann hevur fýra leys, er 85 metrar langur umframt pumpustykki, hevur flættaðar gjarðar og sterkar Dyneema stroppar.
 
Posin, sum tekur eini 900 tons av svartkjafti, hevur nú verið undir nakrar túrar, og sigast má, at hann hevur roynst væl.
 
Svartkjaftaposar frá SÍLNET hava annars gott orð á sær, og nógvir posar eru gjørdir millum ár og dag - bæði í Gøtu, har virkið fyrr hevði heimstað, og nú eisini í Klaksvík.
 

STARV
Picture

Lastbilførari
við kranaloyvi
til Sílnet

Les meira  >

KEMILUX-umboð

Picture
Á heysti 2016 varð avtala gjørd millum SÍLNET og KEMILUX um sølu av KEMILUX-vørum í Norðoyggjum. Avtalan inniber m.a., at SÍLNET
fer at selja KEMILUX-vørur til vinnulív, fiskivinnu
og alivinnuna.

Eisini fremmand skip hava nú møguleika at keypa hesar umhvørvisgóðkendu dygdarvørurnar frá SÍLNET, tá ið tey koma til Klaksvíkar.


Picture
SÍLNET hevur sum mál at vera ein álítandi tænastuveitari fyri bæði fiskivinnu og alivinnu í Føroyum. Vit hava royndir og møguleikar innan viðlíkahald og nýgerð av fiski- og aliútgerð, og hava lagt okkum eftir at verða við í menning av hesi útgerð saman við vinnuni.

Picture
Vit hava bestu hølisfortreytir at viðlíkahalda pelagisk trol og posar, eins og vit hava lagt okkum eftir at hava á goymlsu tær brúksvørur, sum vinnan spyr eftir fyri kappingarførar prísir. 

SÍLNET er tín tænastuveitari í Føroyum!


Picture
"Vit hava gott samstarv við veitarar og framleiðarar úti í heimi"
SÍLNET Sp/f
Kósarbrúgvin 8
FO 700 Klaksvík
Faroe Islands
Phone: +298 442 095
Fax +298 442 094
silnet@silnet.fo                                                        

Upplatingartíðir:
Mánadag - fríggjadag kl. 08.00 - 16.00

Vakttelefon: + 298 526540







© SÍLNET