STARV
Lastbilførari við kranaloyvi til Sílnet
Vit sóknast eftir einum nærløgdum og dugnaligum lastbilførara við kranaloyvi til dagligt arbeiði fyri neta- og trolvirkið Sílnet í Klaksvík.
Arbeiðsuppgávur Arbeiðið fevnir um koyring við trolútgerð til og frá skipum, útkoyring av vørum til viðskiftafólk og aðrar tænastur. Talan er í høvuðsheitum um arbeiði í fulla tíð, men roknast kann eisini við nakað av yvirtíð ymisk tíðarskeið. Til arbeiðið krevst lastbilakoyrikort umframt kranaloyvi yvir 25 tons. Sum persónur ert tú ágrýtin, flexibul, kanst arbeiða sjálvstøðugt, og til reiðar at geva eina hjálpandi hond, har tørvur er. Setanarviðurskifti Starvið er eftir sáttmála við Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, tó við nøkrum sersømdum. Lønin verður eftir avtalu. Umsóknir Umsókn við avriti av prógvum/loyvum kann sendast til: hjp@silnet.fo skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til: Hans Jacob Poulsen tel. 526541 ella við telduposti til: hjp@silnet.fo. Sílnet Sp/f, ið varð stovnað í 2002, er eitt neta- og trolvirki í Klaksvík, sum veitir tænastur til fiski- og alivinnuna í Føroyum. |